Collections
![](http://snaldan.fo/cdn/shop/files/familjumyndir-11_1_{width}x.jpg?v=1614287020)
Síðan 1949...
hevur eyðkennið hjá Snælduni verið dygdargóða ullin, føroysk framleiðsla og sniðgeving við íblástri úr føroyskum bindingarmynstrum. Á myndini vinstrumegin sæst tann klassiska myrkamorreyða troyggjan við blonkum knappum, sum fæst í øllum støddum, bæði til stór og smá.
INNLIT Í FRAMLEIÐSLUNA
![](http://snaldan.fo/cdn/shop/files/DSC_0039_edited_{width}x.jpg?v=1614287229)
KARÐIN
Fyrstu nógvu árini varð ullin á Snælduni karðað við hondkarða, men við vaksandi eftirspurningi var íløga í 1968 gjørd í maskinkarða. Henda stóra maskinan karðar ullina, so hon er klár at spinna.
![](http://snaldan.fo/cdn/shop/files/DSC_0027_edited_1_{width}x.png?v=1614287230)
SPINNIMASKINAN
Núverandi spinnimaskinan hevur verið á spinnarínum síðan 1994. Hon spinnur ullina til tógv, ið síðan verður tvunnið og hespað.
![](http://snaldan.fo/cdn/shop/files/DSC_0124_edited_edited_edited_1_2984x1968_2_{width}x.jpg?v=1614287268)
OKKARA LITIR
Vit framleiða yvir 20 ymiskar litir, har vit bjóða eina blanding av natúrlitum og litaðum tógvi. Vit eru eisini altíð til reiðar at framleiða nýggjar litir.