Keypstreytir

 

VØRUÚTBERING

 

Vit senda vørur kring allar Føroyar og í útlond. Upplýsingar um avgreiðslutíð og kostnað standa niðanfyri. Legg til merkis, at við í summum førum framleiða vøruna, tá ið hon verður bíløgd, og tí kann avgreiðslutíðin verða longri. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum hesum viðvíkjandi.

 

 

 

Innanlands

Uttanlands

Kostnaður*

Leveringstíð

Kostnaður*

Leveringstíð

Á goymslu

50 DKK

2-5 arbeiðsdagar

118 DKK

7-21 arbeiðsdagar

Ikki á goymslu

50 DKK 

2-4 vikur

118 DKK

4 - 8 vikur 

 

* Flutningsgjald verður lagt aftrat í kassanum.

 

Legg til merkis, um tú bíleggur til bústað aðrastaðni enn í Føroyum, so er tað møguligt at tollur og avgjøld koma á vøruna, tá vøran kemur inn í landið.

_________________________________________________________________________
 

IÐRANARRÆTTUR OG AFTURRINDAN

 

IIðrar tú teg um keypið, skalt tú senda vøruna aftur til okkara innan 14 dagar eftir, at tú hevur móttikið vøruna. Vøran má vera okkum í hendi í sama standi, sum tá ið tú keypti hana, t.v.s. at hon skal vera í tí standi, sum hon var, um tú prøvaði vøruna í handli okkara.

Minst til at senda vøruna aftur við tí upprunaligu kvittanini fyri at fáa tilgóðarseðil ella peningin aftur.

Tú kanst seta teg í samband við okkum at fáa neyvari upplýsingar um hetta. Skriva til okkara ásnaeldan@olivant.foella ring tlf. +298 44 71 54 / +298 35 71 54.

Sum kundi hevur tú rætt til at avlýsa eina bílegging, og tú hevur rætt til at fáa allan peningin aftur, íroknað flutningsgjald frá Snælduni. Í sambandi við aftursending av vøru skal kundin sjálvur rinda flutningsgjaldið til Snælduna.

_________________________________________________________________________

AFTURSENDINGARRÆTTUR

 

Viðskiftafólk hava rætt at senda aftur vørur við framleiðslufeili innan tvey ár (24 mánaðir). 

Fært tú sendandi vøru við framleiðslufeili ella tilfarsfeili (hetta skal kunna prógvast), hevur tú rætt at velja millum hesar møguleikar:

  • Tú kanst fáa vøruna umvælda
  • Tú kanst skifta vøruna um við aðra vøru
  • Tú kanst fáa avsláttur í prísinum
  • Tú kanst fáa fult endurgjald

Finnur tú feil ella lýti við keyptari vøru, skalt tú sum skjótast seta teg í samband við okkum á tlf. +298 447154 ella +298 217154.

_________________________________________________________________________

HEILSØLA

 

Hevur tú spurningar viðvíkjandi heilsølu ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. +298 447154 ella við telduposti til snaeldan@olivant.fo.

_________________________________________________________________________

GJALDING

 

Tá ið tú keypir gjøgnum nethandilin, kanst tú einans gjalda við gjaldskorti, har tú skrivar kontuupplýsingarnar í røttu teigarnar undir bíleggingini. Vit viðgera upplýsingarnar í trúnaði og veita vissu fyri 100% trygd.

Til ber at gjalda við hesum gjaldskortum:

  • Dankort, inkl. Visa/Dankort
  • Visa
  • MasterCard
  • Visa Electron
  • JCB

Tá ið tú skal gjalda, útfyllir tú hesar teigar: kortnummar, lokadag og eftirlitstølini á baksíðuni á gjaldskortinum. Síðan skalt tú góðkenna gjaldingina, og harvið verður peningur tikin av kontu tíni, og tú fært rokningina senda til tín teldupost.

Nethandilin hjá Snælduni bronglar allar upplýsingar við SSL (Secure Socket Layer). Hetta merkir, at persónar uttan heimild ikki hava atgongd til títt kontunummar ella aðrar upplýsingar, tá ið keypið fer gjøgnum Nets.

føroyskt fo